Lógir felagsins PDF Print E-mail
Wednesday, 08 July 2009 11:23
Grein 1.
Navn felagsins er Klaksvíkar Róðrarfelag, og stovningardagurin er 6. mars 1993. Heimstaður felagsins er FO-700 Klaksvík.  

Grein  2.
Endamál felagsins er at geva fólki,serliga í Klaksvíkar Kommunu, møguleika at rógva kapp og menna og vekja áhugan fyri kappróðri.
                           
Grein 3.
Limur kann ein og hvør gerast, ið hevur áhuga fyri kappróðri. Limagjaldið fyri hvørt árið verður avgjørt á hvørjum aðalfundi.

Grein 4.
Árligi ársaðalfundurin skal verða hildin í mars mánaði á hvørjum ári. Aðalfundurin verður fráboðaður við lýsing í fjølmiðlunum í minsta lagi 8 dagar frammanundan.
Eyka-aðalfundurin verður innkallaður, tá nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá 8 limir krevja tað. Mál til eyka-aðalfundin skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn
fundin. Eyka- aðalfundurin skal lýsast við skrá.

Ársaðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins og verður lýstur við hesi skrá:  
1. Frágreiðing frá nevndini frá farna ári.
2.Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
3. Val av nevnd og eykalimum.
4. Val av granskoðara.
5. Ásetan av limagjaldi.
6.Innkomin mál.
7. Ymiskt.  Mál, sum koma undir punkt 6, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 10. februar.  

Grein 5.
Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta. Í minsta lagi 12 limir skulu verða á fundi fyri at fundurin er viðtøkuførur. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur skal nevndin kalla inn til eyka-aðalfundar, og er hesin undir øllum umstøðum viðtøkuførur, og verða allar avgerðir á hesum fundi tiknar við vanligum meiriluta.  

Grein 6.
Nevndin skipar fyri dagliga rakstri felagsins. Nevndin telur 5 limir og harafturat 2 eykalimir. Nevndarlimir verða valdir á hvørjum ársaðalfundi, skiftivís tveir ella tríggir hvørja ferð. Eykalimir verða valdir á hvørjum ári. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara, kassameistara og nevndarlimi.
Nevndinhevur ábyrgd fyri fíggjarliga rakstri felagsins og stendur annars til ábyrgd fyri aðalfundi felagsins. Nevndin førir gerðabók.
   
Grein 7.
Felagið verður teknað av formanni felagsins. Til upptøku av lánum, keypi og sølu av ognum felagsins krevst aðalfundarsamtykt, og í hesum føri undirskrivar øll nevndin viðkomandi skjøl.
   
Grein 8.
Aðalfundurin kann koyra lim úr felagnum um hann, skyldar limagjald fyri meira enn tvey ár, ella hann mótarbeiðir felagnum.  

Grein 9.
Felagið skal verða limur í ÍSF og RSF og bindur seg at fylgja endamáli og lógum teirra.
  
Grein 10.
Eingin eigur at sleppa at rógva kapp í bátum felagsins uttan so, at hann fyrst gerst limur í felagnum.
   
Grein 11.
Felagið skal eftir førimuni gjalda ferðaútreiðslur fyri róðrarfólkið.  

Grein 12.
Til avtøku av felagnum krevst at innkallað verður til eyka-aðalfundar við bert hesum máli á skránni. Eyka-aðalfundurin verður innkallaður á sama hátt sum til aðalfundin. Tað krevst, at 2/3 av limum felagsins møta og atkvøða fyri at avtaka felagið. Møta 2/3 av limunum ikki á fráboðaða eyka-aðalfundinum, innkallar nevndin til nýggjan eyka-aðalfund við 8 daga freist, og er hesin undir øllum førum viðtøkuførur, og verður avgerðin tikin við vanligum meiriluta. Eftir at felagið hevur goldið hvørjum sítt, verður møguligt avlop latið kappróðrinum í Klaksvík til frama.


 Soleiðis samtykt á aðalfundi hjá Klaksvíkar Róðrarfelag 9. mars 1996
 

Powered by Joomla!. Designed by: Joomla Template, web hosting. Valid XHTML and CSS.