Vestanstevnan var SERA góð PDF Print E-mail
Written by krf   
Saturday, 11 July 2009 21:30

Vestanstevnan var SERA góð hjá okkum í KRF.

Stolta 10-mannafarið hjá okkum, Klaksvíkingur, vann sannførandi sín róður í dag. Eysturoyingur var eina heila bátslongd aftanfyri.

 

 


 

 

Men, áðrenn vit fóru at heppa á Klaksvíking, vóru vit longu komin upp at kóka. Kvinnurnar á Páll Fanga høvdu jú vunnið teirra róður, eina hálva bátslongd frammanfyri Jarnbard, og eina heila bátslongd frammanfyri Gongurolv. Sera góður róður hjá teimum, og vit vóna bara at tað endurtekur seg á Ólavssøku...

Og sjálvandi, ongin dagur uttan convoy-koyring við vinnarum!!! Eitt sera stórt takk fyri móttøkuna í Neystinum, sera stuttligt at síggja sooo nógv fólk taka í móti, og kaffi og køkur á borðinum. Takk takk takk.

 

Myndir koma inn seinni...

 

/Kristian Mikkjalsson

Last Updated on Tuesday, 21 July 2009 16:59
 

Powered by Joomla!. Designed by: Joomla Template, web hosting. Valid XHTML and CSS.