| Oldboys í Eysturoyingi |
|
|
|
| Written by krf |
| Thursday, 23 July 2009 14:16 |
Oldboys í EysturoyingiAnnað av 10-mannaførunum av Glyvrum stendur í hesum døgum í Neystinum hjá KRF. Pól Fuglø hevur tikið stig til at manna bát til oldboys-róðurin á Ólavssøku, og hevur tí lænt hetta snøgga gula 10-mannafarið av Glyvrum. Talan er um eina blandaða manning úr Norðoyggjum, sum fer at rógva oldboys-róður við Eysturoyingi á Ólavssøku.
Vit hava áður skrivað í grein á krf.fo, at vit hava fingið gest í Neystið, saman við eini mynd, sum ikki øll sóu stuttleikan í, og er hetta sera óheppið. Tí er tann greinin tikin burtur. Við biðja tí um umbering fyri grein og mynd. Tað var als ikki ætlanin at sára ella provokera nakran, men var bert meint sum eitt stuttligt innslag. Bæði vit í KRF og Pól Fuglø harmast støðuna, og vóna at ein møgulig misskiljing nú er burtur. Vit í KRF ynskja oldboys'unum góða eydnu á Ólavssøku.
/ Kristian Mikkjalsson
|
| Last Updated on Monday, 27 July 2009 15:19 |
Powered by Joomla!. Designed by: Joomla Template, web hosting. Valid XHTML and CSS.




