| Klaksvíkingur klárur til ólavsøkuróðurin |
|
|
|
| Written by krf |
| Monday, 27 July 2009 15:08 |
Klaksvíkingur klárur til ólavsøkuróðurinÍ morgin er Ólavsøkuaftan og seinasti FM róðurin 2009 verður rógvin á Havnarvág.
Tveir føroyameistarar eru longu funnir og eru teir 5-mannfarið Tjaldrið við dreingjum og 8-mannafarið Argjabáturin. Øll vilja vinna á Ólavsøku, tí tað næstan eitt lítið meistaraheitið í sær sjálvum. Fyri okkum í Klaksvíkar Róðrarfelag er serliga spennandi hvussu okkara manningar fara at klára seg í morgin. Klaksvíkingur er á odda við 2 stigum sum er, men enn er einki avgjørt. Vit hava biðið bátsformannin umborð á Klaksvíkini um eina viðmerking. Svein Rógvi sigur, at hetta er endin uppá nógva venjing, har tað optimala skal avgerast. Tað verður kanska øðrvísi at rógva á Ólavsøku í ár, tí nú verður tað eisini altjóða rógvarar sum luttaka. Tað verður í øllum førum ein spennandi róður, har besti báturin gerst vinnari. Vit ynskja Klaksvíkingi góða eydnu á Havnarvág.
|
| Last Updated on Friday, 31 July 2009 15:53 |
Powered by Joomla!. Designed by: Joomla Template, web hosting. Valid XHTML and CSS.



