Páll Fangi fer eftir gullinum PDF Print E-mail
Written by krf   
Monday, 27 July 2009 15:26

Páll Fangi fer eftir gullinum

Kvinnurnar umborð á Páll Fanga hava róð sera væl í ár. Tær liggja sum nummar 2 í Fm-kappingini, 4 stig aftanfyri Gongurólv.

Páll Fangi

Beinta Klakkstein er bátsforkvinna umborð á Páll Fanga og hon sigur í stuttari viðmerking, at tær eru sera spentar til róðurin í morgin. Tær hava vant hart við tí fyri eyga at vinna.Tað hevur verið rættuliga irriterandi at enda sum nr. 2 á fleiri stevnum, tí kendist Vestanstevnusigurin serliga væl hjá okkum, og í morgin fara vit at gera okkara til, at róðurin hjá 6mf. við kvinnum verður spennandi á Ólavsøku, sigur Beinta at enda.

Páll Fangi vann sum kunnugt gull á Vestanstevnu og Gongurólvur fekk tá bronsuna.

Vit ynskja Páll Fanga ein góðan Ólavsøkuróður.

 

Beinta Klakstein

 

 

 

 
Last Updated on Monday, 27 July 2009 20:49
 

Powered by Joomla!. Designed by: Joomla Template, web hosting. Valid XHTML and CSS.