Thursday 09th of September 2010
| Nevið Reyða á Ólavsøku |
|
|
|
| Written by krf |
| Monday, 27 July 2009 20:08 |
Nevið Reyða á ÓlavsøkuTað hevur verið sera stuttligt og góður stemningur í Neystinum alt summar. Hettar smittar av á ein jaligan hátt. Fyri fáum vikum síðani var 8.mannfarið Nevið Reyða mannað. Mennirnir umborð á Nevinum hava allir róð fyrr hjá KRF, bara uttan tveir, sum hava róð arðastaðni.
Henda manningin vísir seg at rigga væl og tað sær vakurt út tá teir venja á vágni. Á Vestanstevnu vóru teir bert 2 sekund frá bronsuni, og tá vóru teir júst byrjaðir í bátinum. John Reid Ziska Jacobsen er bátsformaður umborð á Nevinum, og hann sigur, at teir allir eru væl fyri til róðurin í morgin, og at teir ætla sær at gera teirra besta fyri at fáa ein góðan róður á Havnarvág í morgin. Vónandi verður mannigin umborð á Nevinum við aftur næsta ár, og so satsa vit uppá at byrja venjingina í góðari tíð.Vit ynskja Nevinum Reyða góða eydnu í morgin.
|
| Last Updated on Monday, 27 July 2009 20:49 |
Powered by Joomla!. Designed by: Joomla Template, web hosting. Valid XHTML and CSS.



