Barnaróður PDF Print E-mail
Written by krf   
Monday, 27 July 2009 20:17

Barnaróður

Í summar hava tríggjar barnamanningar róð fyri Klaksvíkar Róðrarfelag.

Sigast má, at børnini hava verið sera hugagóð alt summar.

 

Fípan Fagra við gentum hevur verið í finaluni fleiri ferð, og Tekla við gentum hevur eisini verið í finaluni.

Genturnar á Fípuni Føgru

 

Genturnar á Teklu

Dreingirnir eru so ungir, at teir hava fleiri ár eftir í barnaróðri, eins og fleiri av gentunum, men nakrar av gentunum hava aldur at rógva FM róður komandi summar, og vóna vit sjálvandi at tær luttaka í FM næsta ár.

 Vit ynskja okkara barnamanningum ein góðan Ólavsøkuróður.
Last Updated on Monday, 27 July 2009 20:48
 

Powered by Joomla!. Designed by: Joomla Template, web hosting. Valid XHTML and CSS.