| Eitt satt bragd |
|
|
|
| Written by krf |
| Friday, 31 July 2009 15:54 |
Eitt satt bragdKlaksvíkingur vant burtur úr øllum.
Sum tað sæst á myndini, so vóru okkara menn longu komnir upp at standa, áðrenn Ormurin Langi kom á mál sum nummar tvey.
Tann, sum hugdi ella lurtaði eftir Ólavsøkuróðrinum hjá 10 mannaførunum, ivaðist onga løtu í, at Klaksvíkingur ætlaði sær at vinna. Teir løgdu seg á odda beinanvegin, og øktu bara um munin. Tá teir komu inn um molan, var Klaksvíkingur leysur av hinum bátunum, men tað var ikki nóg mikið. Menninir á Klaksvíkingi spentu í og fóru longur og longur frá Orminum Langa, sum var nummar tvey. Fagnaðarrópini vóru øgilig tá Klaksvíkingur, við sínum uppvísningsróðri, kom skúmandi inn eftir Havnarvág, og enn størri var fagnaðurin tá Klaksvíkingur - 2-3 bátslongdir fremstur - kom á mál. Eitt satt bragd. Hjartaliga tillukku!!
|
| Last Updated on Friday, 31 July 2009 16:10 |
Powered by Joomla!. Designed by: Joomla Template, web hosting. Valid XHTML and CSS.



